
Samstarva tvørtur
um fakmørk
og leggja fram
nýggjastu
granskingarúrslit
Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.
Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Fyrsta tiltakið í 2021 var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Til ráðstevnuna í 2023 høvdu fyriskiparar valt evnini og sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Í framtíðini er ætlanin at heita á áhugaði um at senda uppskot um evni og abstrakt til framløgur.
"Vitan er hornasteinurin, sum tryggjar okkum eina burðardygga alivinnu í Føroyum"
Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum

Innlating av abstrakt
Nú er møguligt at lata abstrakt inn og møguleikin stendur við til týsdagin 29. september 2026.
Lat inn abstrakt til ráðstevnuna Vitan til varandi aling | VTVA 2026, sum verður tann 6. november 2026, á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.
Vegleiðing til abstrakt:
-
Evni á framløguni.
-
Høvundur. Fyrsta navnið er framleggjarin.
-
Í mesta lagi 400 orð tilsamans, á einari síðu.
-
Send abstrakt inn sum word ella pdf fíla.
Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni. Væntast kann at umsøkjarin fær svar innan 8. oktober 2026.
Spurningar
Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við Michael Shemesh, ráðstevnu samskipara á telefon 77 47 62 ella við t-post á michael@firum.fo
Saman tryggja vit betri kor hjá alivinnuni í Føroyum



Melda teg til ráðstevnuna VTVA 2026 her

Sig okkum tína meining
Tað hevur alstóran týdning at ráðstevnan er tíðarhóskandi og viðkomandi fyri alivinnuna og viðskiftafólk, ið hava við vinnuna at gera.
Tí vilja vit, ið varða av Vitan til varandi aling | VTVA ráðstevnuni, fegin hoyra frá tær!
- Hvat dámdi tú best frá fyrrverandi ráðstevnum?
- Hvat saknar tú frá fyrrverandi ráðstevnum?
- Hvat kunnu vit gera betri til komandi ráðstevnu?
- Hvørji evni heldur tú hóskar til ráðstevnuna, og sum tú vil frætta meira um í framtíðini?
Niðanfyri er ein opin innkalling til tín, at koma við hugskotum, ella ris og rós til komandi Vitan til varandi aling | VTVA ráðstevnurnar, soleiðis at vit tryggja okkum og tær eina áhaldandi góðsku, sum leggur lunnar undir einari nútímans ráðstevnu innan givnu karmarnar hjá alivinnuni í Føroyum.
Vit gleða okkum at frætta frá tær, og seta stóran prís uppá samstarvið millum áhoyrarar og samskiparar av ráðstevnuni.
